Jump to content

Gujana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 22. des 2023 kl. 15:25 av HerVal7752 (kjak | íkøst) (Infoboks)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Co-operative Republic of Guyana
Flagg Gujana
(Flagg Gujana)
Skjaldarmerki Gujana
(Skjaldarmerki Gujana)
Tjóðarslagorð: "One People, One Nation, One Destiny"
Tjóðsangur: Dear Land of Guyana, of Rivers and Plains
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Georgetown
Forseti Irfaan Ali
Forsætisráðharri Mark Phillips
Fullveldi 26. mai 1966
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
215.000 km²
8.4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
791.739
3.502/km²
Gjaldoyra Dollar (GYD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .gy
Telefonkota +592

Gujana (enskt: Guyana) er eitt land í landnyrðingshorninum av Suðuramerika, sum hevur strond út til Atlantshavið. Gujana hevur mark til Brasil, Surinam og Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Georgetown, tað er eisini størsti býur í Gujana. Bara 791.739 fólk búgva í Gujana í 2023,[1] tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin Georgetown á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í Atlantshav. Gujana var leingi bretskt hjáland, men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg.

Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og trælir, sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr Afrika førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans. Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vestur-Afrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, rís, aluminiumsmálmur og gull týdningarmestu útflutningsvørurnar.

Gujana gjørdist hálendskt hjáland í 17. øld, men gjørdist partur av Stóra Bretlandi í 1815. Gujana gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 26. mai 1966.

  1. "Guyana". CIA – The World Factbook. https://www.cia.gov/the-world-factbook/countries/guyana/. Heintað 2023-12-22. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið