Jump to content

Dópur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Í kristna dópinum ímyndar vatnið, at sálin í tí, sum trýr, verður reinsað. Orðið dópur er úr fornsaksiska orðinum dopi, sum merkir at dyppa niður. Hetta er sama merking sum liggur í grikska orðinium baptismos (βαπτισμός), sum býr aftanfyri enska baptize (at doypa) ella baptist. Áðrenn trúbótina var vanligt at dyppa barnið heilt undir í vatni. Í dag er vanligt at lata vatn í høvdið á barninum. Aðrar trúarrørslur til dømis Brøðrasamkoman hava ikki barnadóp, men bert vaksnamannadóp.

Ymisk sjónarmið

Flestu kirkjurnar hava ymisk sýn á dópin. Serliga spurningarnir um børn kunnu doypast og um dópurin er nakað, ið Guð ger ella nakað menniskjan sjálv ger.

Lutherska læran (fólkakirkjan) sigur, at børn eiga at doypast, tí dópurin er endurføðandi og veitir syndanna fyrigeving. Endurføðingin og fyrigevingin er tó einast galdandi um man trýr. Størsti munurin á Rómversku katólsku og luthersku læruni er, at dópurin, sum tey luthersku síggja tað, reinsar burtur alla synd (arvasynd og gerningasynd). Og afturat siga tey luthersku, at smábørnini kunnu takað ímóti dópinum í trúgv. Dópurin í luthersku kirkjuni er eitt sakramenti og eitt náðimiðil.[1]

Rómversk katólska læran sigur sum tann lutherska, at børn eiga at doypast, tí dópurin er endurføðandi og veitir syndanna fyrigeving. Í katólsku kirkjuni er trúgvin tó ikki í fyrstu atløgu ein individuel, men ein kollektiv trúgv. Tað merkir, at barnið verður doypt til kirkjunnar trúgv. Tá barnið síðani verður gamalt nokk, byrjar tað at fáa eina individuella trúgv. Dópurin í katólsku kirkjuni er eitt sakramenti og eitt náðimiðil.[2]

Baptistiska læran (brøðrasamkoman, adventistasamkoman, hvítusunnusamkoman o.líkn.) sigur, at bert tey, ið kunnu takað sjálvstøðugt væl eiga at doypast. Dópurin er ikki eitt sakramenti og eitt náðimiðil, men ein almenn játtan av persónligu trúnni. Dópurin er ikki Guðs gerningur, men gerningur av trúarlýdni hjá tí einkulta.[3]

Tey, ið siga seg hava eitt baptistist dópssýn, eru ikki einig í hvussu hetta sýnið er. Serliga um hvat dópurin gevur. Harvið er ein variatión av dópsýninum, at dópurin ikki bert er ein játtanargerningur, men eisini er nakað, sum Guð ger.[4]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. https://glyvra.fo/augsburgska-truarjattanin/
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-03-07. https://web.archive.org/web/20220307160540/https://www.katolsk.dk/tro/kirkens-sakramentale-liv/daaben. Heintað 2022-03-07. 
  3. https://www.kristeligt-dagblad.dk/debat/baptister-praktiserer-bekendelsesd%C3%A5b
  4. https://www.baptisthistorie.dk/2019/01/18/daab-arvesynd-og-retfaerdiggoerelse-i-klassisk-baptistteologi