Jump to content

Lívfrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 6. jun 2013 kl. 16:29 av EileenSanda (kjak | íkøst) (tók burtur mynd, sum ikki er til longur)
Goliat klukkan.
Bakterian Escherichia coli.
Trøllakampur.

Lívfrøði (biologi) er læran um lív. Grikska orðið, biologi, er samansett av orðunum bio, sum merkir liv og logos, som merkir vitan ella frøði. Lívfrøðin fevnir sera vítt, og fleiri øki verða ofta roknað sum sjálvstøðugar vísindagreinir.

Søga

Lívfrøðin kann førast aftur til gomlu grikkarnar. Serliga Aristotele (384 f.Kr. - 322 f.Kr.) eygleiddi nógv dýr og plantur. Hann bólkaði og setti fram ástøðir. Í 1600-talinum var mikroskopið uppfunnið og framdi hetta eina kollvelting innan økið. Til bar nú at síggja kyknur, bakteriur og annað. Í 1859 gav Charles Darwin bókina On the Origin of Species út og legði harvið lunnar undir læruna um lívmenningina.

Í 20. øld varð funnið útav, at arvaeginleikarnir liggja goymdir í lítlunum kromosomunum, og nógv framstig vóru síðani gjørd innan arvalæruna, sum t.d. at kromosomini eru ein dupultspiralur, sum nú verður nevnt DNA.

Høvuðsøki innan lívfrøði

Innan lívfrøðina eru nógvar lærugreinar savnaðar:

Týdningarmikil fólk

Sí eisini

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA