Boston
Boston, Massachusetts | |
---|---|
Skjøldur | Flagg |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Massachusetts |
Vídd: | 125.43 km² |
Fólkatal (2011): | 617 594 |
Íbúgvatættleiki: | 4,925/km² |
Heimasíða: | www.CityOfBoston.gov |
Boston er høvuðsstaður og størsti býur í Massachusetts. Boston liggur á eysturstrondini í Massachusetts í New England-økinum, eitt sindur norðan fyri New York býin. Umframt at vera kendur fyri sínar góðu og nógvu hægru lærustovnar er Boston eisini kendur sum býurin, har "Declaration of Independence" varð undirskrivað í 1776. Sjónvarpsrøðin Boston Legal, Cheers ella Sam's Bar er eisini upptikin í Boston [1]. Tann barrin er opin enn og sær soleiðis út, sum tá ið tey tóku upp. Ally McBeal er somuleiðis upptikið í Boston, býnum sum eisini hýsir The Red Sox, ið vann World Series í hornabóltur í 2007 [2]. Annars er Boston eisini kendur fyri vakra fjørðin, "The Big Dig" og modernaða listasavnið.
Sum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið.
Skúlaskapur
[rætta | rætta wikitekst]Boston er ein universitetsbýur við tveimum stórum universitetum við umleið 250.000 lesandi tilsamans [3]. Her sigst vera fleiri lærustovnar enn í øllum Stóra Bretlandi. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og kaféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Í Boston er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Í Cambridge í Boston er meðalaldurin á fólki 30 ár [4].
Boston Maraton
[rætta | rætta wikitekst]Hvørt ár síðan 1897 hevur Boston Maraton verið fyriskipað í býnum. Nógv fólk hava luttikið, ikki bert fólk úr USA men úr fleiri londum. Maraton renningin í Boston verður altíð hildið á Patriots' Day, sum er triðja mánadag í apríl. Maraton'ið fer fram í fleiri býum í stórbýnum Boston.
15. apríl 2013 gjørdist eitt blóðugt maraton í Boston. Umleið ein tíma eftir at fyrsti rennarin varð komin á mál, klokkan var tá 2:50 lokal tíð, brustu tvær bumbur á Copley Square tætt við málstrikuna. Í minsta lagi tveir áskoðarir lótu lív og minst 40 fólk vóru særd.[5] Ein triðja bumba brast uttanfyri John F. Kennedy Presidential Library and Museum.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenn heimasíða, cityofboston.gov
- Boston, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 42°21′29″N 71°3′49″W / 42.35806°N 71.06361°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.boston.com/ae/tv/Boston_based_TV_shows/
- ↑ http://www.baseball-reference.com/postseason/2007_WS.shtml
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-25. https://web.archive.org/web/20110425235237/http://www.boston-online.com/relocation.html. Heintað 2011-05-08.
- ↑ http://www.city-data.com/city/Cambridge-Massachusetts.html
- ↑ Ekstrabladet.dk