Jump to content

Dúnhild Dunna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dúnhild Dunna
Fyrsta framførsla Mr. Duck Steps Out (1940)
Skapað av Carl Barks
Lagt rødd til Gloria Blondell (1945–1950)
Patricia Parris (1983)
Kath Soucie (1996–1998)
Diane Michelle (1998–1999)
Tress MacNeille (1999–present)
other voices
Developed by Jack King
Birthday May 16 (sambært teknirøðini Birthday Boo-Boo frá 1955)[1]
December 1 (sambært teknirøðini Forget Me Not frá 1989)[2]
Kunning
Fult navn Dúnhild Dunna
Eisini nevnd(ur) Super Dúnhild
Slag Dunna
Kyn Kvenkyn
Familja Dunnufamiljan
Onnur týðandi Dunnaldur Dunna
Skyldfólk April, May og June (systurdøtrar)

Dúnhild Dunna er ein tekniseriu figurur, ið var skapt í 1940 av Walt Disney Productions. Dúnhild er unnusta Dunnald Dunnu, og er sum hann, ein mannlík, hvít dunna, men mótsatt honum hevur hon stórar eygnavippur og ývin hala, ið skal ímynda ein niðurdeil. Hon sæst ofta við eini hársloyfu, í blusu og høghælaðum skóm. Dúnhild vísir vanliga eina samkenslu við Dunnald, men er ofta karaktiserað sum meira fín og mentari enn hann.

Dúnhild var fyrst at síggja í stuttfilminum Mr. Duck Steps Out (1940) og var skrivað inn í tekniseriu Dunnalds nakrar mánaðir aftaná. Hon luttók í 11 stuttfilmum frá árunum 1940 til 1954, og seinni aftur í Mickey's Christmas Carol (1983) og Fantasia 2000 (1999). Í hesum filmum er Dúnhild altíð ein eykaleikara, burtursæð frá filminum Donald's Dilemma (1947). Dúnhild hevur tó nógv verið at sæð í sjónvarpi, og hevur regluliga verið at síggja í Quack Pack (1996), Mickey Mouse Works (1999-2000), Disney's House of Mouse (20012003), og Mickey Mouse Clubhouse (20062016). Dúnhild hevur eisini luttikið í fleiri videofilmum, harímillum Mickey's Once Upon a Christmas (1999) og The Three Musketeers (2004).

Dúnhild er mostir Píl, Atu og Juhild, ið eru systkinabørn Dinna, Danna og Dunna. Dúnhild er góð vinkona Belju Kúdóttur og er besta vinkona Miu Mús.


Dúnhild á øðrum málum

[rætta | rætta wikitekst]
  • Arabiskt: زيزي (Zyzy)
  • Bulgariskt: Дейзи Дък (Deĭzi Dŭk)
  • Danskt: Andersine And
  • Enskt: Daisy Duck
  • Finskt: Iines Ankka
  • Grikst: Νταίζη Ντακ (Ntaízi Ntak)
  • Hebraiskt: דייזי דאק (Dyyzy Daq)
  • Hollendskt: Katrien Duck
  • Indonesiskt: Desi Bebek
  • Italienskt: Paperina
  • Íslenskt: Andrésína Önd
  • Japanskt: デイジーダック (Deijī Dakku)
  • Koreanskt: 데이지 덕 (deiji deog)
  • Kroatiskt: Vlatka Patka
  • Norskt: Dolly Duck
  • Polskt: Kaczka Daisy
  • Portugisiskt: Margarida
  • Russiskt: Дейзи Дак (Deyzi Dak)
  • Serbiskt: Pata Patka
  • Spanskt: Pata Daisy
  • Svenskt: Kajsa Anka
  • Turkiskt: Deyzi
  • Siðbundið Kinesiskt: 黛絲 / 黛西
  • Ungarnskt: Deszi Kacsa

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Birthday Boo-Boo
  2. Forget Me Not