Georg II av Stórabretlandi
Georg II av Stórabretlandi (á týskum: Georg August, á enskum: George Augustus) (føddur 30. oktober (jul.) / 9. november (greg.) 1683 í Hannover, deyður 25. oktober 1760 á Kensington slottinum í London) var hertogi av Braunschweig-Lüneburg, kurfúrsti av Hannover og kongur av Stórabretlandi og Írlandi fra 11. juni 1727 (jul.) til deyða sín.[1]
Hann var sonur Georg I av Stórabretlandi og konu hansara Sophiu Dorothea av Celle. Georg II var tann seinasti bretski kongurin, sum varð føddur uttan fyri Stórabretland og tann seinasti bretski kongurin, sum í kríggi persónliga stóð á odda fyri bretskar herdeildir.
Í 1705 giftist Georg við Carolinu av Ansbach (1683-1737). Tey fingu átta børn, tríggjar dreingir og fimm gentur. Tað yngsta barnið, Louisa av Stórabretlandi, gjørdist seinni konu Fríðrik V kong og var drotning av Danmark og Noregi frá 1746 til 1751.
Í juni mánaði 1727 doyði pápin, Georg I, og trónarvingin, Georg II, gjørdist kongur í Stóra Bretlandi. Fýra mánaðar seinni, tann 11. oktober, varð hann krýndur. Hóast Georg II var tann sitandi bretski kongur, brúkti hann ein stóran part av síni tíð til at búleikast í kurfúrstadøminum Hannover. Í 1737 stovnaði hann har lærda háskúlan "Georgia Augusta" í Göttingen.[1]
Summarið 1745 gjørdi Charles Edward Stuart innrás í Skotland og krav uppá at vera kongur, tí hann helt at hann var tann rætti og lógligi bretski trónarvingin. Hann fekk stuðul úr Fraklandi. Av onglendingum varð hann bert kallaður "The Young Pretender". Innrásin var tó ein álvarslig hóttan ímóti valdinum hjá Georg II kongi.
Árið eftir eydnaðist tað hertoganum av Cumberlandi - hann æt William Augustus og var yngsti sonurin hjá Georg II kongi - at vinna á herdeildini hjá Bonnie Prince Charlie. Hetta fór fram í apríl mánaði 1746 í tí víðagitna bardaganum við Culloden. Vígvøllurin liggur nærindis býnum Inverness í Skotlandi.
Sama árið skrivaði Georg Friedrich Händel oratoriið Judas Maccabaeus, hertoganum av Cumberlandi til heiðurs og bardaganum við Culloden til minnis.[2]
Tann 25. oktober 1760 andaðist Georg II, 76 ára gamal á Kensington slottinum í London. Av tí at elsti sonurin og trónarvingin, Frederick Lewis krúnprinsur, doyði fyri tíðina í 1751, gjørdist abbasonur, Georg III, kongur.[3]
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Georg II. August (1683-1760) Kurfürst von Hannover, König von Großbritannien, welfen.de (á týskum)
- George II (r. 1727-1760), royal.uk (á enskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 Georg II. August (1683-1760) Kurfürst von Hannover, König von Großbritannien, welfen.de
- ↑ Judas Maccabaeus - G F Handel (1685 - 1759), choirs.org.uk
- ↑ George II (r. 1727-1760), royal.uk