Mount St. Helens
Appearance
Mount St. Helens er eitt serstakliga virkið gosfjall á útnyrðingsstrondini í Norðuramerika. Gosfjallið, ið er 2.549 metrar høgt, liggur í amerikanska lutstatinum Washington, miðskeiðis millum býirnar Seattle og Portland.
Tann 18. mai 1980 hendi eina ógvusliga spreinging og toppurin av fjallinum sprongdist í luftina. Spreingingin var serstakliga hørð og elvdi til nógvan skaða. 57 fólk lótu lív.[1]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Mount St. Helens area, fs.usda.gov
- Geology and History Summary for Mount St. Helens Archived 2019-05-22 at the Wayback Machine, volcanoes.usgs.gov
- Gosfjallið á kortinum: osm