Steinbítur
Appearance
Steinbítur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Steinbítur (frøðiheiti - Anarhichas lupus) verður upp í 150 cm langur og heldur til úr taraskóginum og út á 500 m dýpi. Høvdið er heldur stórt og kubbut og líkist ikki høvdinum á øðrum fiski. Hann hevur stóran og sterkan kjaft, og tenninar eru ógvuliga sterkar. Fremst í kjaftinum hevur hann bogaðar tøkutenn, og í gómanum eru kúputar tenn at bróta skeljar og krabbagággur við.
Kanningar vísa, at 20 ára gamal steinbítur er í miðal ein metur langur.