University of the Arctic
Appearance
University of the Arctic (stytt UArctic) varð formliga stovnað í juni 2001. UArctic er eitt samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í Arktis, har Fróðskaparsetrið er limur [1]. Ein táttur í hesum samstarvi, sum hevur áhuga í granskingarumhvørvinum í Føroyum, er “North2North” verkætlanin, ið er ein skiftisskipan fyri lesandi millum stovnar, sum eru limir hjá UArctic. Verkætlanin gevur lesandi møguleika at vera á einum øðrum stovni frá trimum til tólv mánaðir [2]. Kunnað verður regluliga um UArctic á SAO-fundum, hóast UArctic ikki er ein partur av Arktiska Ráðnum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-12-26. https://web.archive.org/web/20111226111221/http://www.uarctic.org/memberslist.aspx?m=589. Heintað 2014-04-10.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-07. https://web.archive.org/web/20140707071555/http://www.uarctic.org/singleArticle.aspx?m=263&amid=978. Heintað 2014-04-10.